4Jan23 0161
4Jan23 0161

Regulations

Reglugerð fyri nýtslu av bátaplássum

Reglugerð fyri nýtslu av bátaplássum

Hendan reglugerð er galdandi fyri allar bátaeigarar, sum hava fingið nýtslurætt til bátapláss í Tórshavnar kommunu. Tað er Tórshavnar havn, sum umsitur bátaplássini.

Reglugerð fyri nýtslu av bátaplássum í Tórshavnar kommunu
Hendan reglugerð er galdandi fyri allar bátaeigarar, sum hava fingið nýtslurætt til bátapláss í Tórshavnar
kommunu. Tað er Tórshavnar havn, sum umsitur bátaplássini.

§ 1
Bátaeigarar hava skyldu til at fara væl um bátaplássið, økið á landi og flótibrýrnar.

Stk.2 Tað er ikki loyvt at hava amboð, fiskireiðskap ella nakað annað tilfar liggjandi á landi við bátaplássið ella á flótibrúgvunum. Allir slíkir lutir ella tilfar verður uttan ávaring fyribeint fyri eigarans rokning og ábyrgd.

Stk.3 Tað er strangliga bannað at koyra garnar, høvd ella annað á sjógv innan fyri brimgarðarnar.

Stk.4 Bátaeigararnir hava skyldu til at halda bátin lens, at binda hann soleiðis, at endarnir liggja væl og ikki slítast óneyðugt, og at hann ikki er til ampa fyri onnur ella kemur at skaða aðrar bátar ella ognir í
havnini.

Stk.5 Tá siglt verður inni í havnini, skal ferðin verða so lítil sum gjørligt, soleiðis at aðrir bátar, ið sigla ella liggja bundnir, ikki skulu fáa skaða.

Stk.6 Bátaeigarar hava skyldu at akta boðini frá bátaumsjónarmanninum, eisini um hesin ynskir, at báturin verður fluttur.

Stk.7 Fyri at forða fyri at olja fer á sjógv letur Th árliga eitt kjølsvín til hvønn bátin. Tað er skylda hjá øllum bátaeigarum, at hava hetta liggjandi í kjølinum.
Stk.8. Tað er ikki loyvt at búgva umborð á báti í bátaplássi í Tórshavnar kommunu.

§ 2
Bátaeigarin hevur rætt til at nýta bátaplássið til bát, sum hann sjálvur eigur fjórðingspart ella meira av.

Stk.2 Bátar í bátaplássi í Tórshavnar kommunu skulu vera skrásettir í føroysku skipa- ella farskránni við havnakenningarnummari, sum hoyrir til bygdir í Tórshavnar kommunu, t.e. ávíkavist TN ella VN.

  Stk.3 Th kann altíð krevja nøktandi skjalprógv fyri eigaraviðurskiftunum í bátinum.
Stk.4 Eftir umsókn og við skrivligari góðkenning frá øllum skrásettum medeigarum, kann bátaeigarin lata hjúnafelaga ella ein av lívsarvingum sínum yvirtaka nýtslurættin til bátaplássið.

Stk.5 Skrásettur medeigari, sum í minsta lagi 5 ár frammanundan hevur átt í minsta lagi fjórðingspart í báti, kann eftir umsókn og við skrivligari góðkenning frá øllum skrásettum medeigarunum í bátinum, yvirtaka nýtslurættin til bátaplássið. Medeigarin, ið yvirtekur nýslurættin, verður hereftir skrásettur sum bátaeigarin í mun til rættindi og skyldur sambært hesi reglugerð.

§ 3
Bátaeigarin tekur við plássinum í tí standi, tað er, tá hann fær tað. Um bummur/teymur ella annað er brotið/skatt, skal hann gera vart við hetta beinanvegin. Ger hann ikki tað, verður hann mettur at hava ábyrgdina av skaðanum.

§ 4
Bátaeigarin hevur ábyrgdina av bátaplássinum og skal endurgjalda skaðar, ið koma á útbúnaðin, sum t.d. bummar, festir og á aðrar bátar uttan so, at hesir koma av illveðri ella øðrum, sum bátaeigarin ikki hevur ábyrgdina av.

Stk.2 Th skal bøta um teir skaðar, ið stava frá illveðri, vanligum sliti og elli.

§ 5
Um bátaeigarin ikki eigur bát, tá hann fær bátaplássið, skal hann ogna sær bát innan ½ ár frá tí, hann hevur fingið boð um, at hann hevur fingið bátapláss.

Stk.2 Um bátaeigarin selur bát sín, skal hann beinanvegin skrivliga boða Th frá.

Stk.3 Hevur bátaeigarin ikki, áðrenn ½ ár frá søludegnum at rokna, fingið sær annan bát, er nýtslurætturin til bátaplássið fallin burtur, og Th letur øðrum bátaeigara tað. Bátaeigarin hevur tó loyvi at selja part í bátinum, men má sjálvur altíð eiga fjórðingspart ella meira í bátinum. Søla av parti í bátinum skal altíð fráboðast Th beinanvegin.

Stk.4 Um bátaeigari í meira enn ½ ár ikki hevur nýtt bátaplássið til egnan bát, hevur Th rætt at uppsiga leigumálið, og lata øðrum umsøkjara bátaplássið.

Stk.5 Bátaeigari, sum ætlar at keypa størri/minni bát, skal skrivliga søkja Th um størri/minni pláss. Umsókn um broyting av bátaplássi verður tillutað eftir aldrinum á umsóknini.

Stk.6. Mest loyvda longdarmátið á báti til bátapláss í Tórshavnar kommunu er 1200 cm. Tá longdin verður mátað, skal tað vera longsta møguliga mátið, t.v.s. at alt á bátinum telur við.

§ 6
Um bátaeigarin ikki fer at nýta plássið í 20 samanhangandi dagar ella meira, hevur hann skyldu til beinanvegin at boða Th frá.

Stk.2 Th hevur rætt til at lata onnur nýta bátaplássið, uttan at bátaeigarin fær leiguna endurgoldna fyri tað tíðarskeiðið.

§ 7
Bátaeigarin kann lata bátaplássið aftur til tann 1. í einum mánaða.

§ 8
Um Th skal brúka økið til okkurt annað, ella neyðugt verður at flyta bátaplássini av øðrum orsøkum, hevur Th rætt til at taka bátaplássið aftur við 3 mánaða ávaring.

§ 9
Leiga verður goldin samsvarandi teimum til eina og hvørja tíð galdandi leigugjøldum fyri bátapláss í Tórshavnar kommunu.

§ 10
Hóast Th hevur 3 mánaða uppsagnartíð, kann Th, aftan á skrivliga ávaring, taka plássið aftur, um reglugerðin verður brotin. Brot á reglugerðina kann fevna um, men er ikki avmarkað til:

Stk.2 Um leiga ikki er goldin, eftir at leigarin hevur móttikið 3. rykkjaran, sum verður sendur sum innskrivað bræv, verður bátaplássið tikið inn og latið øðrum umsøkjara.

Stk.3 Um leigarin fremur onnur brot á reglugerðina og ikki beinanvegin heldur uppat við tí, hóast hann hevur fingið skrivliga ávaring.

Stk.4 Um leigarin ikki aktar boð frá bátaumsjónarmanninum, eisini um hesin ynskir, at báturin verður fluttur í annað pláss, støðugt ella fyri eitt stytri tíðarskeið.

§ 11
Fyri at fáa tillutað nýtslurætt til bátapláss í Tórshavnar kommunu skal bátaeigarin hava fastan bústað í Tórshavnar kommunu.
Stk.2 Um bátaeigarin flytur úr kommununi, verður bátaplássið tikið aftur uttan ávaring.
Stk.3 Skrásettir medeigarar skulu hava fastan bústað í Tórshavnar kommunu.

§ 12
Tá ið bátaplássið er latið/tikið aftur, hevur bátaeigarin skyldu til at flyta bátin beinanvegin. Verður hetta ikki gjørt, verður báturin tikin upp á land fyri bátaeigarans rokning.

§ 13
Reglugerðin kemur í gildið tann 1. mai 2023

Stk.2 Reglugerðin fyri nýtslu av bátaplássi í Tórshavnar kommunu, sum kom í gildið 1. november 2022, fer samstundis úr gildi.

Reglugerð fyri bátapláss á landi

Reglugerð fyri bátapláss á landi
Reglugerð fyri bátaplássini á landi

§ 1
Gildisøki v.m.
Reglugerðin er galdandi fyri bátar í Tórshavnar kommunu, sum eru tiknir upp og standa á bátaplássunum í Tórshavnar kommunu. Tað er Tórshavnar havn, sum umsitur økini til bátapláss á landi.

§ 2
Reinhald, burturkast v.m.
Bátaeigarin hevur skyldu til at halda økið rundan um bátin reint og ruddiligt alla tíðina, meðan báturin stendur uppi.
Burturkast skal skiljast og burturbeinast í bingjur sambært galdandi ásetingum.
Um serstakt vaskipláss er á bátaøkinum, er tað einans loyvt at vaska bátin á hesum vaskiplássinum, og ikki aðrastaðni á bátaøkinum.
Um hetta ikki verður gjørt á nøktandi hátt, kann Tórshavnar havn nokta fyri at báturin verður settur á sjógv, og/ella rudda upp fyri eigarans rokning og ábyrgd.

§ 3
Merking v.m.
Bátaeigarin hevur sjálvur ábyrgdina av, at báturin er nóg væl skorðaður, eins og allir bátar, sum verða settir á bátaøkið, skulu vera merktir soleiðis, at tað greitt sæst, hvør eigur bátin. Um havnakenningar nr. TN/VN ikki stendur á, so skal annað frámerkið við navni á eigara setast á.
Ómerktir bátar verða fluttir av økinum, og um eigarin ikki ger vart við seg, verður báturin burturbeindur fyri eigarans rokning og ábyrgd.

§ 4
Gjald v.m.
Bátarnir kunnu standa ókeypis á økinum frá 1. desember til 30. mars, tó treytað av, at báturin hevur staðið styttri enn 6 mánaðir samanlagt á økinum.
Í tíðarskeiðinum frá 31. mars til 30. november verður goldið soleiðis:
Hevur bátur staðið á landi meir enn 6 mánaðir, verður fult gjald kravt alt árið.
Tómir bátavognar/stólar gjalda alt árið. Hetta er eisini galdandi fyri bátar, sum hava staðið á plássinum longri enn 6 mánaðir.
Skipan fyri føroyskar bátar, og aðrar bátar úr timbri er hendan:
Breidd Staðið á plássinum Gjald pr. dag
0 - 259 cm. Styttri enn 30 dagar Onki
0 - 259 cm. Longri enn 30 dagar 30,- kr./dag longri enn 30 dagar
260 og breiðari Styttri enn 30 dagar Onki
260 og breiðari Longri enn 30 dagar 50,- kr./dag longri enn 30 dagar

Tómir bátavognar/stólar Longri enn ein dag 30,- kr/dag alt árið.
Allir bátar Longri enn 6 mánaðir 100 kr/dag alt árið.
 Allir bátar Longri enn 12 mánaðir 300 kr/dag alt árið.
Skipan fyri bátar, sum eru gjørdir út glasfipur, plast o.a., er hendan: Breidd Staðið á plássinum Gjald pr. dag
0 - 259 cm. Styttri enn 14 dagar Onki
0 - 259 cm. Longri enn 14 dagar 30,- kr./dag
longri enn 14 dagar 260 og breiðari
Styttri enn 14 dagar Onki 260 og breiðari Longri enn 14 dagar 50,- kr./dag longri enn 14 dagar
Tómir bátavognar/stólar Longri enn ein dag 30,- kr/dag árið Allir bátar Longri enn 6 mánaðir 100 kr/dag alt árið Allir bátar Longri enn 12 mánaðir 300 kr/dag alt árið
Bæði dagurin, har báturin kemur á plássið, og dagurin har báturin verður fluttur av plássinum, verða roknaðir sum heilir dagar.

§ 5
Bústaður bátaeigarans.
Um bátaeigarin flytur úr kommununi, hevur hann skyldu til beinanvegin at flyta bátin av bátaplássinum hjá Tórshavnar kommunu.

§ 6
Bátavognar, stólar v.m.
Bátavognar/stólar, sum standa á bátaøkinum, skulu vera merktir við navni eigarans. Vognar/stólar, sum ikki eru merktir, verða fluttir av økinum og seinni burturbeindir, um eigarin ikki ger vart við seg.
Vognar/stólar, sum eru merktir og standa uttan bát, gjalda 30,- kr/dag og er hetta uttan mun til stødd ella skap. Hendan skipanin er galdandi alt árið, og gjaldið verður kravt frá fyrsta degi, ið vognurin/stólurin stendur tómur.
Tað er strangliga bannað at flyta bátabukkar ella annan útbúna, sum er ogn hjá Tórshavnar havn, av økinum.

§ 7
Brot á reglugerð, ígildiskoma v.m.
Henda reglugerð er partur av reglugerð fyri nýtslu av bátaplássum í Tórshavnar kommunu, og kann brot á hesa reglugerð viðføra, at nýtslurætturin til bátaplássið verður slitin.

Reglugerðin kemur í gildi 1. Juli 2023.

Reglugerð fyri gestapláss í Vágsbotni

Reglugerð fyri gestapláss í Vágsbotni

Reglugerð fyri gestapláss í Vágsbotni

§1. 
Hendan reglugerð er galdandi fyri gestaplássini, sum eru í Vágsbotni og úti í Bakka.


§2.
Allir bátar skulu boða Tórshavnar havn frá, áðrenn farið verður inn í havnina. Fráboðanin skal gerast
á VHF kanal 12/16 og á tlf. 311762 - 211762.

§3.
Gjaldið fyri gestaplássini er:
stk 1. Frá 1. Mai til 31. September er legugjaldið 200 kr. um dagin. Liggjast kann í mesta lagi í 10 dagar.
Frá 11. degi er gjaldið 500 kr. um dagin.
stk 2. Frá 1. Oktober til 30. Apríl er legugjaldið 100 kr. um dagin. Liggjast kann í mesta lagi 10 dagar.
Frá 11. degi er gjaldið 1000 kr. um dagin.

§ 4.
Gestabátar hava skyldu til at rudda væl upp eftir sær sjálvum. Um hetta ikki verður gjørt á nøktandi hátt, hann Tórshavnar havn seta upprudding í verk fyri eigarans rokning.


§ 5.
Gjaldið fyri bátapláss og el verður avgreitt í sjálvtøkuni, sum stendur á økinum. Merkið, sum verður prenta úr automatini, skal hongjast á bátin, so tað er lætt at síggja.


§ 6.
Gestabátar mugu vera lagaligir og skulu kunna tillaga seg broyttar umstøður, um t.d. mangul er uppá pláss. 
Hetta kann t.d. dømis vera við at flyta til annað pláss, um ábyrgdarpersónurin á økinum metir tað vera neyðugt. Um bátar ikki vísa slíkan atburð, kann Tórshavnar havn flyta bátin uppá eigarans rokning og ábyrgd, ella burturvísa bátin.


§ 7.
Um eigarin ikki aktar boð um burturvísing, verður legugjald á 2000kr um dagin sett í gildið beinanvegin.


§ 8.
Hendan reglugerð kemur í gildið 1. Mai 2023