Logo Epilogo Med Kun Epipnglogo Ferdig Negativ Kun EPI
Logo Epilogo Med Kun Epipnglogo Ferdig Negativ Kun EPI

Tórshavnar Havn partur av EPI (Environmental Port Index)

Tórshavnar havn er blivin limir av altjóða netverkinum EPI – Environmental Port Index. Hetta er eitt týðandi amboð fyri at menna Tórshavnar havn og Tórshavnar kommunu á burðardyggan hátt – serliga við atliti at cruiseferðavinnuni.

Tórshavnar havn bjóðaði í septembur 2023 viðkomandi aktørum innan føroysku cruisevinnuna á kunnandi fund um EPI á Hotel Hafnia.

Tá greiddi Even Husby, stjóri fyri EPI, nærri frá um skipanina sum arbeiðsamboð og hvønn týdning hetta hevur fyri havnina og móttøkubýin. Eisini greiddi Jon Olav Stedje frá Flåm Port í Noregi um teirra royndir við EPI. Millum luttakararnir vóru umboð fyri føroysku havnirnar, politikkarar, agentar, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands.

At Tórshavnar Havn er vorðin partur av EPI er til gangs fyri Tórshavnar havn og fyri Tórshavnar kommunu, sum ferðamál. Hanus Mikkelsen, stjóri fyri Tórshavnar havn, sigur: “Vit gleða okkum til at brúka royndirnar frá EPI til at menna eina grønari, meir ábyrgdarfulla cruisevinnu. Hetta fer at vísa á Tórshavn sum eitt frálíkt ferðamál og eina undangonguhavn innan burðardygd.”

Tórshavnar havn fer í 2024 at savna inn tilfar og máta, hvussu vitjandi frá ferðamannaskipum ávirka umhvørvisliga gjøgnum EPI. 

Í løtuni eru fleiri enn 30 norðurlendskar havnir partur av EPI, har Tórshavnar Havn er einasta føroyska havnin.