Oyrareingir Leiguoekir 2
Oyrareingir Leiguoekir 2

Kunngerð - Upprudding á Oyrareingjum

Vinnu- og havnaøkið á Oyrareingjum verður nú ruddað.

Einhvør, ið eigur eitthvørt, tað veri seg akfør, vognar, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn ella annað órudd á vinnu- og havnaøkinum á Oyrareingjum, og sum ikki hevur leigusáttmála við Tórshavnar havn um økið, ið hetta stendur á, verður biðin um at rudda hetta burtur sum skjótast og í seinasta lagi 1. september 2025, annars verður hetta burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd.

Um ivamál eru hesum viðvíkjandi, ber til at seta seg í samband við Tórshavnar havn, tlf 311762, ella við telduposti á port@torshavn.fo

Á myndini eru galdandi leiguøkir víst við reyðum

Tórshavnar havn